2019-08-12 16:07
Millum ferðafólkini umborð á rutuflogfarinum millum Føroyar og Keypmannahavn klokkan hálvgun tvey seinnapartin var Fríðrikur krúnprinsur.
Talan er tó ikki um nakara almenna vitjan. Jn.fo skrivar, at ørindini Fríðrikur eru upptøkur í sambandi við filmsupptøkur til dokumentarsending um ríkisfelagsskapin, sum Danmarks Radio fer at vísa í heyst.
Hetta er aðru ferð í ár, at Fríðrikur krúnprinsur er í Føroyum. Fyrr í ár luttók hann til Royal Run í Klaksvík. Og fyri einum lítlum ári síðani var øll krúnprinsafamiljan á vitjan í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald