2018-08-06 10:41
Heilsufrøðiliga starvsstovan ávarar nú móti frikadellupylsu-páleggi frá Coop.
Frikadellupylsan er seld í Føroyum, og orsøkin til, at frikadellupylsan verður mett at vera óegnað til matna, er, at gassgerð er í pakkunum, og hetta týðir á óætlaðan mikroorganismuvøkstur.
Vøran, sum verður afturkallað, er 120 gramm netto, og haldførið er best til og við 28. august í ár.
Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir fólki til at lata vøruna aftur, har hon er keypt, ella at beina vøruna burtur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald