Klaksvíkar Kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at seinastu tíðina hevur Snjallabjalla havt ein bíðilista, men kommunan hevur leingi ynskt at kunna bjóðað øllum børnum í 1. og 2. flokki pláss í frítíðarskúlanum.
Av hesari orsøk hevur verið roynt at funni røttu loysnina viðvíkjandi hølisviðurskiftunum hjá Snjallubjallu, og framyvir fer Snjallabjalla at húsast í fýra ymiskum støðum tætt við skúlan.
Útyvir at húsast á á Skúlavegi 1, í Batmintonhøllini og í Skákinum sum frammanundan, fer frítíðarskúlin framyvir eisini at halda til í kjallaranum í Húsmøðrafelagnum í Bøgøtu.
- Vit hava leingi ynskt at fáa bíðilistan burtur, soleiðis at stovnurin kann rúma øllum børnum í hesum aldursbólki, tí er tað sera gleðiligt, at ein góð loysn nú er funnin, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri og formaður í fíggjarnevndini.
Snjallabjalla letur upp aftur 19. Aug, og tá verður sostatt pláss fyri øllum næmingunum í 1. og 2. flokki í Klaksvík. Tað byrjað 76 børn í 1. flokki á Skúlatrøð hesa vikuna - tað er hægsta talið í landinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald