2019-08-15 09:07
Nú leygardagin 17. august er seinasti møguleiki at eta á Frumbiti matstovuni, sum eftir tvey ár letur aftur. Hesum boðaði Brent Morrow, høvuðskokkur og eigari frá á Facebook-síðuni hjá Frumbiti seint í gjárkvøldið.
Matstovan, ið hevur nýtt lokalt og siðbundið tilfar á ein nýmótans hátt, hevur vunnið altjóða heiður fyri sína tænastu, men sambært avstralska høvuðskokkinum eru tað ymiskir innahýsis trupulleikar, ið gera, at lykilin nú verður snaraður.
Brent Morrow sigur, at talan er um eina tunga avgerð at taka, og hann takkar øllum sum hava virka við seinastu árini; serliga viðskiftafólki ið hevur eti á matstovuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald