Uttanlands

Fuglar førdu til neyðlending

Flogfarið endaði í einum bøi uttanfyri Moskva - 23 fólk komu til skaða, men eingin av teimum 233 fólkunum lat lív

Stóra ferðfólkaflogfarið fekk fugl í motorin

Stóra ferðfólkaflogfarið fekk fugl í motorin

2019-08-15 13:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt ferðaflogfar hjá Ural Airlines var ikki meira enn farið av á flog frá Ramenskij-flogvøllinum við Moskva, tá ein bólkur av fuglum órógvaðu so mikið, at Airbus 321 flogfarið noyddist at lenda aftur.

Talan var, sambært AP tíðindastovuni, um eina harða neyðlending. Hon varð framd í einari kornveltu, og hon eyndaðist eftir umstøðunum sera væl. 23 fólk, fleiri av teimum børn, komu tó til skaða, men AP skrivar, at eingin doyði í tilburðinum. Arbeiði hjá flogskiparin, Damir Yusopov, verður mett at vera eitt bragd.  

226 ferðfólk og flogmanningin, sum taldi sjey, vóru umborð. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder