Nakað óvæntað verður løgmansrøðan í ár viðgjørd út í odd og egg í tinginum, hóast Aksel V. Johannesen, løgmaður, nýttið ólavsøkuna til at skriva út val 31. august.
Fyri fýra árum síðani, tá Kaj Leo Holm Johannessen, skrivaði út val undir ólavsøkurøðu síni, var ongin viðgerð í tinginum av røðuni.
Men so verður ikki í ár. Tinglimirnir hava gjørt av at brúka høvið til at viðgera tað, sum løgmaður segði í røðu síni – ella kanska ikki – og so leggja fram sínar egnu hugsanir um hvat ikki er gjørt og hvat átti at verið gjørt.
Altso veruliga valstríðið til løgtingsvalið 2019 byrjar í løgtigssalinum.
Listin yvir tingfólk, ið ynskja at taka orðið, er langur, og roknast skal við, at fundurin varir í allan dag, og kanska má morgindagurin takast við eisini.
Tingfundurin í dag var annars seinkaður í næstan hálvanannan tíma orsaka av trupulleikum við at fáa ljóð og myndir út á heimasíðuna hjá Kringvarpi Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald