Uttanlands

Fýra astronautar trygt á jørðini aftur

Lendu í Meksikoflógvanum eftir fimm mánaðir úti á ISS-rúmdarstøðini

Astronautarnir verða hjálptir út úr rúmdarhylkinum. Her er tað japanin Soichi Noguchi (Mynd: EPA)

Astronautarnir verða hjálptir út úr rúmdarhylkinum. Her er tað japanin Soichi Noguchi (Mynd: EPA)

2021-05-03 08:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sunnumorgunin okkara tíð lendi rúmdarhylkið hjá SpaceX á havinum út fyri strondini í Florida við fýra astronautum frá altjóða ISS-rúmdarstøðini umborð.

Fýra stórir fallskíggjar vóru við til at bremsa ferðini á rúmdarhylinumm, sum lendi í Meksikanska Flógvanum eftir ein flogtúr á sjey tímar.

Teir fýra astronautarnir, tríggir amerikanarar og ein japani, hava verið úti á ISS síðan november, og eru nú avloystir av einum nýggjum liði.

Spenningur var undan lendingini, tí hetta er fyrstu ferð síðan Apollo 8 í 1968, at amerikanski rúmdarstovnurnin Nasa lendi eitt rúmdarhylki á havinum í myrkri.

Lendingin hendi klokkan 02.57 um náttina, men fór fram uttan trupulleikar, sambært Nasa.

- Vit hava vant okkum at taka astronautar upp bæði dag og nátt. Veðrið var gott og mánalýsi, staðfesti verkætlanarleiðarin hjá Nasa, Steve Stich, undan lendingini.

Tað er bæði fyrimunir og vansar við at lenda um náttina. Fyrimunurin er, at færri privatir bátar eru í økinum um náttina, men størsti vansin er, at tað tekur longri tíð at finna fram til hylkið í myrkrinum.

Túrarnir til og frá ISS eru gjørdit við einum hylki frá privata rúmdarfelagnum SpaceX, sum eigarin av bilafyritøkuni, Tesla, milliardingurin Elon Musk eigur.

Rúmdarhylkið “Resilience” hevur hingið í ISS-rúmdarstøðini síðan teir fýra astronautarnir komu út í november.

Í Meksikoflógvanim bíðaði ein floti av bjargingarbátum til reiðar at fáa astronautarnar yvir á eitt skip. At verða tveittur runt í aldunum í einum rúmdarhylki er, sambært teimum, ið hava roynt tað, nakað av tí mest sjóverkurselvandi yvirhøvur.

Av skipinum vórðu astronautarnir fluttir við tyrlu til Johnson Space Center í Houston í Texas, har astronautarnar kundi møta fjølmiðlunum og síggja familjuna aftur eftir fimm mánaðir í rúmdini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder