Innanlands

Fýra bilførarar koyrdu ov skjótt

Tríggir teirra mugu taka koyrikortið av nýggjum

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-08-20 08:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fýra bilførarar vóru í gjár tiknir fyri at bróta ferðslulógina, tá løgreglan gjørdi ferðamátingar í Kollafirði. Tríggir av bilførarunum koyrdu so skjótt, at hesir verða noyddir at taka koyrikortið av nýggjum.

Løgreglan gjørdi ferðamátingar á vegnum niðan móti tunlinum har loyvt er at koyra 80 km/t. Har var fyrst ein bilførari máldur at koyra 134 km/t. Løtu seinni var ein annar bilførari tikin á sama vegi, har hann koyrdi 111 km/t. Báðir bilførararnir fáa eina treytaða frádøming av koyrikortinum og mugu taka koyrikortið av nýggjum.

Ein triði bilførari var seinni tikin inni á Firði í Kollafirði tætt við Pelagic. Hesin koyrdi 84 km/t á bygdum øki, har loyvt er at koyra 50 km/t. Hesin fekk somu lagnu sum hinir báðir bilførararnir og fekk eina treytaða frádøming av koyrikortinum, sum hann má taka av nýggjum.

Ein fjórði bilførari var eisini tikin í gjár, har hesin koyrdi 77 km/t í bygdum øki. Hesin fekk klipp í koyrikortið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder