Mentan

Fyri aðru ferð uppá trý ár

Rani Petersen vann Melodi Grand Prix í 2023 og Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen vann leygarkvøldið. - Í mun til førleikar kundu føroyingar væl umboða seg sjálvi í Eurovison, sigur Sissal

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen stórfegnast um sigurin og steypið. Rætturin at framføra til Eurovision hevur tó eisini ein prís við sær fyri føroysku songkvinnuna (Mynd: Sverri Egholm)

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen stórfegnast um sigurin og steypið. Rætturin at framføra til Eurovision hevur tó eisini ein prís við sær fyri føroysku songkvinnuna (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-06 17:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Eg haldi kanska, at øðiliga nógvir danir høvdu verið glaðir fyri tað um tað. Tað prógvar, at føroyingar eru absolutt førir fyri at vera sjálvstøðugir á nógvum økjum. Vit hava so nógvar fantastiska dugnaligar tónleikarar og sangarar í Føroyum, og haldi at føroyingar væl kundu "umboða seg sjálvi" í Eurovision. Men vit eru ein partur av ríkisfelagskapinum, og við tí ber tað ikki til í hesum førinum.

Soleiðis fyrihelt Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen seg, tá vit spurdu hana, um Føroyar ikki kundu havt sítt egna umboð til Eurovision. So at Danmark og Føroyar vóru hvør sær í stóru evropeisku sangkappingini.

Hetta var dagin eftir 30-ára gamla havnarkvinnan gjørdist annar føroyingurin uppá trý ár, sum sigraði til Melodi Grand Prix. Dómsnevndin peikaði á Sissal sum vinnara - tvey ár eftir at Rani Petersen (Reiley) vann kappingina.

Sí alla samrøðuna her: (Video): Skuldi dansa á borðinum - fór tíðliga í song

Sí eisini: Sissal er 12. føroyska umboðið í Melodi Grand Prix

Harvið er tað eydnast føroyskum sangarum at bróta múrin í dansku songkappingini, men so stingur spurningurin seg upp, um Sissal Jóhanna ikki burdi sungið fyri Føroyar, meðan ein dani umboðar Danmark.

Hetta er sjálvandi ein størri spurningur, men tað sæst í summum miðlum og á sosialum miðlum, at nógvir danir ikki eru so fegnir um, at tað verður eitt føroyskt umboð.

Sumt er avgjørt fakligur og konkstruktivur kritikkur, men Sissal Jóhanna hevur longu merkt, at fólk kunnu vera óhøvisk og persónlig. Tað at hon er júst føroyskur verður eisini drigið fram - í summum førum á neiligan hátt.

Fyri tveimum árum hevði Reiley nakað av trupulleikum við at takkla donsku miðlarnar, og serliga Ekstra Blaðið og fólk á sosialu miðlunum løgdu hart eftir honum.

Sí eisini: 
Tvey'arin: Sissal skal hugsavna seg um at syngja
Systurin: - Hava altíð hildið hana verið eina stjørnu

Sí eisini myndir frá føroyska sigurrúsinum í Herning


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder