Nú eru tveir tilburðir av koronasmittu funnir í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk, sum annars ongan tilburð hevur havt í eitt ár.
Persónarnir, sum eru smittaðir, eru komnir til Grønlands úr Danmark, upplýsir grønlendska landslæknaembætið sambært Ritzau.
Persónarnir hava báðir verið í sóttarhaldi eftir komu, og sambært galdandi reglunum í Grønlandi, eru teir kannaðir á fimta degi og síðani staðfestir postivir.
Persónarnir eru framvegis avbyrgdir, og eingin vandi er fyri smittuspjaðing, og tí verða eingi tiltøk sett í verk í Nuuk. Sambært grøndlendska landslæknaembætinum hava persónarnir tað gott.
Tveir tilburðir eru eisini funnir í Pituffik í norðasta partinum av Grønlandi.
Grønland er annars í ferð við at linka koronutiltøkini í landinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald