Viðgerð fyri krabbamein er batnað nógv seinastu árini og alsamt fleiri gerast frísk, men kortini eru tað fleiri, sum fáa seinfylgjur av sjúkuni og viðgerðini. Fylgjur, ið eisini kunnu vísa seg nógv ár seinni, og sum kunnu vera til stóran ampa.
Fyrilestrahaldari er Marianne Nord Hansen, ið er forkvinna fyri seinfylgjufelagið í Danmark. Hon hevur sjálv havt krabbamein og hevur í nógv ár veitt ráðgeving og vegleiðing til fólk við seinfylgjum. Hon skipar javnan fyri undirvísing og hevur fyrilestrar um evnið, eins og hon er við í arbeiðinum at menna granskingararbeiði innan seinfylgjur í Danmark.
Fyrilesturin hjá Marianne Nord fer m.a. at taka støði í teimum mest vanligu seinfylgjunum, um viðgerð fyri hesi og um hvat ein sjálvur kann gera fyri at lætta um og hvat ein skal vera uppmerksamur uppá í mun til seinfylgjurnar.
Fyrilesturin verður mánakvøldið 24. september í Smæruni í húsinum hjá Starvsmannafelagnum, J.H: Schrøtersgøta 9, Tórshavn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald