Í dag fara demokratar undir tilgongdina at koyra Donald Trump fyri ein ríkisrætt.
Hetta má gerast skjótt fyri at verja grundlógina og fólkaræðið, sum bæði eru hótt av núverandi forsetanum, sigur Nancy Pelosi, forkvinna í Umboðsmannatinginum.
Nancy Pelosi er ein av mongum demokratum, sum meta Trump vera ov vandamiklan at sita restina av sínari embætistíð, sum endar um níggju dagar. Fleiri republikanarar siga seg eisini taka undir við demokratunum.
Tá Umboðsmannatingið kemur saman seinnapartin, fara tey at heita á varaforsetan, Mike Pence, um at gera sær dælt av 25. ískoytinum í amerikonsku grundlógini, sum ongantíð hevur verið brúkt áður.
Hetta ískoytið gevur varaforsetanum og einum meiriluta av ráðharrum heimild at koyra forsetan frá, um hann ikki verður mett førur fyri at røkja embætið.
Sambært tíðindastovuni Reuters var Mike Pence staddur Í Washington D.C., tá viðhaldsfólk hjá Trump lupu á Kongressina í farnu viku, og í løtuni tosa hann og Trump ikki saman.
Republikanarar hava ikki víst 25. grundlógarískoytinum áhuga, og í farnu viku segði ein ráðgevi hjá Pence, at varaforsetin ikki ynskti at brúka hendan møguleikan.
Les eisini: Mike Pence vil ikki brúka 25. grundlógarískoytið
Um Pence ikki ger nakað, fer Umboðsmannatingið at atkvøða um at koyra Trump fyri ein ríkisrætt, sigur Nancy Pelosi.
Um undirtøka er fyri hesum, verður Trump tann einasti forsetin í amerikonsku søguni, sum tvær ferðir hevur verið fyri einum ríkisrætti.
Trump varð eisini koyrdur fyri ein ríkisrætt í desember 2019, har hann varð ákærdur fyri at hava roynt at lagt trýst á Ukraina fyri at fáa upplýsingar um Biden. Hetta endaði við, at Trump varð fríkendur.
Um Trump verður koyrdur fyri ríkisrættin enn einaferð, fer Senatið ikki at taka støðu til ákærurnar fyrr enn 19. januar, ella seinni enn tað. Hetta merkir, at øll tíðin hjá Senatinum í fyrstu vikuni av embætistíðini hjá Biden fer við ríkisrættarmálinum, og ber sostatt ikki til hjá Biden at fáa nakað ígjøgnum tá.
Sleppast kann undan hesum við at bíða nakrar mánaðir við at senda ákærurnar víðari til Senatið. Hóast Trump longu er farin frá til ta tíð, hevði enn verið møguleiki fyri at forða honum í at stilla uppaftur í 2024 – nakað sum Trump áður hevur sagt, at hann umhugsar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald