Chris Vogelzang gevst nú sum fyrisitingarstjóri í Danske Bank.
Hollendsku myndugleikarnir kanna í løtuni eitt møguligt lógarbrot í sambandi við fyribyrging av hvítvask í bankanum ABN AMRO, og millum persónarnar, sum eru undir illgruna, er Chris Vogelzang, og tí er hann farin úr starvinum.
Chris Vogelzang arbeiddi í ABN AMRO í árunum 2000 til 2017. Hann byrjaði í starvinum í Danske Bank í 2019.
Vogelzang sigur, at avgerðin hjá hollendsku myndugleikunum kom óvart á hann, og undirstrikar hann, at hann ikki neyðturviliga verður skuldsettur í málinum, hóast hann í løtuni er undir illgruna.
Orsakað av serligu støðuni hjá Danske Bank í sambandi við málið um hvítvask í Estlandi, sum kom fram í 2018, metir Vogelzang tað vera tað rætta at fara frá sum stjóri.
– Eg harmist um at fara frá Danske Bank, sum er ein frálík fyritøka við sera skikkaðum starvsfólkum, og tað hevur verið mær ein stórur heiður at standa á odda fyri henni, sigur hann sambært Ritzau.
Nevndin í Danske Bank hevur valt Carsten Egeriis, samtaksstjóra at taka yvir sum nýggjur fyrisitingarstjóri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald