Fýrkantað útsøgn frá Gaini

Effektivt at stongja samfelagið í allar ævir, men tað ber ikki til, siga fútin og løgmaður

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-17 19:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heilsufakliga er tað ivaleyst best at stongja samfelagið niður í eitt longri tíðarskeið. Men hetta ber ikki til. Tað søgdu Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Michael Boolsen, fúti og formaður í farsóttarnevndini, á tíðindafundi seinnapartin í gjár.

Smittuserfrøðingurin Shahin Gaini segði við Kringvarpið fyrr í vikuni, at tað var ov tíðliga, at lata dagstovnar upp aftur nú mánadagin.

- Um vit hyggja fýrkantað eftir hesum, so er tað sera effektivt at stongja samfelagið niður heilt. So spjaðir smittan seg ikki, og so doyr smittan út. Men tað er ikki eitt samfelag, vit kunnu handfara, tað er ikki ein háttur vit kunnu liva við, slóð Michael Boolsen, fúti, fast.

[object Object]Michael Boolsen, fúti (Mynd: Sverri Egholm)

Fútin greiddi frá, at útsøgnin hjá Gaini varð umrødd í farsóttarnevndini mikudagin. Shahin Gaini segði, sambært fútanum, at hann kanska úttalaði seg óskynsamt, er ikki ósamdur í, at tað er eitt gott stað at byrja við dagstovnum.

- Hansara útsøgn er meira hetta púra fýrakantaða sjónarmiðið, at “um vit sleppa av við smittuna, so skulu vit stongja av”, og tað kunnu vit ikki, segði Michael Boolsen.

Løgmaður tók undir við fútanum, og atlit skal takast fyri eitt heilt samfelag.

- Út frá einum reint fakligum smølum sjónarmiði, so skilji eg væl útmeldingina hjá honum, men vit hava eitt heilt samfelag at taka atlit til. So vit mugu finna eina javnvág millum tey samfelagsligu atlitini og heilsufakligu atlitini. Bæði uppá stutt sikt og longri sikt.

[object Object]Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)

Greiðu boðini frá farsóttarnevndini tað er ráðiligt at lata samfelagið upp aftur, sum landsstýrið hevur boðað frá, varð sagt.

Allur tíðindafundurin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder