Ein fyrrverandi norskur fiskimálaráðharri og fylkismaður í Tromsø er í dag skuldsettur fyri at hava útnytta sína valdsstøðu fyri at hava kynsligt samband við menn, ið søktu um at fáa loyvi at búgva í Noregi.
NRK avdúkar í dag, at talan er um fyrrverandi Høyre-politikaran, Svein Ludvigsen, sum í tíðarskeiðinum 2001 til 2005 var fiskimálaráðharri í stjórnini hjá Bondevik, og sum frá 2006 til hann fór frá vegna aldur í 2014, var fylkismaður í Troms. Fylkismaðurin er hægsta embætið í norsku fylkjunum, sum eitt slag av evsta stjórnarumboði í økinum.
Ludvigsen varð handtikin longu í januar mánaði í ár, skuldsettur fyri at hava útnyttað sína støðu í samfelagnum fyri at fáa kynsligt samband við ein mann. Løgreglan fekk boð um brotsverkið frá einum 20 ára gomum manni, sum greiddi frá støðuni fyri einum ”almennum stoni”.
Ludvigsen varð fongslaður, fyrst í eina viku og seinni í fýra vikur afturat, og varð leyslatin aftur, tí løgreglan ikki metti fongsling vera neyðuga fyri at arbeiða víðari við málinum. Í hesum sambandi var skuldsetingin eisini víðkað til at vera galdandi fyri kynsligan ágang mótvegis fleiri monnum.
Í dag varð Ludvigsen so ákærdur fyri brot á revsilógina, og norskir miðlar hava eisini valt at fortelja, hvør persónurin er. Frammanundan hevur málið bara verið nevnt, sum eitt mál mótvegis einum ”toppi í samfelagnum”.
Brotsverkini skulu vera framd, meðan Svein Ludvigsen var fylkismaður, og ákæruvaldið vísir á, at hann útnyttaði sína støðu móti persónum, ið stóðu veikir mótvegis honum, og at hesir skulu hava eftirlíkað hansara ynskjum í vónini um at fáa ferð sett á teirra umsókn um friðskjól í Noregi.
Svein Ludvigsen sjálvur sigur seg vera ósekan í ákærunum, upplýsir verji hansara.
Svein Ludvigsen var í juni 2002 á almennari vitjan í Føroyum sum fiskimálaráðharri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald