Uttanlands

Fyrrverandi ráðharri hjá Obama stillar upp til amerikanska forsetavalið

Julian Castro er fyrrverandi borgarstjóri í San Antonia í Texas og í tíðarskeiðnum 2014-2017 var hann íbúðamálaráðharri hjá Barack Obama

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-01-13 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Politikarin Julian Castro úr amerikanska statinum Texas boðaði í gjár frá, at hann fer at bjóða Trump av til næsta forsetaval í 2020.

Tað skrivar Politiken.

- Eg stilli upp til forsetavalið, tí at tíðin er komin til eina nýggja leiðslu, sigur hann.

Julian Castro er fyrrverandi borgarstjóri í San Antonio og var íbúðamálaráðharri undir Barack Obama frá 2014 til 2017.

44 ára gamli Julian Castro er fyrsta latínamerikanska valevnið, sum hevur bjóðað seg fram at avloysa Donald Trump.

Omma hansara kom sum sjey ára gomul einsamøll til USA úr Meksiko.

Aðrir demokratar, sum hava boðað frá, at teir stilla upp eru Elizabeth Warren, senator, og Tulsi Gabbard, sum situr í Umboðsmannatinginum.

Onnur møgulig valevni eru fyrrverandi varaforsetin Joe Biden, fyrrverandi kongresslimurin Beto O'Rourke og Bernie Sanders, senator, sum eisini stillaði upp til seinasta forsetaval.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder