2019-12-16 00:44
Tað munnu vera tey flestu sum ynskja sær eini hvít jól. At kavaflykrurnar detta niður av himli meðan tú fært tær dunnu ella gás upp á talerkin jólaaftan.
Men fyrsta veðurforsøgnin hjá YR bendir ikki á, at tað verður soleiðis. Tað er meira enn ein vika til jólaaftan, so forsøgnin fer uttan iva at broytast nógv, men higartil boðar norska veðurstovan frá einum lítlum loti. Kanska sólin kagar fram, men tað verður kalt, niður í eitt stig. Men hinvegin verður einki avfall, so eingin kavi á hesum sinni.
Lat okkum vóna at hetta broytist.
Fylg við veðrinum her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald