Uttanlands

Fyrsti tvørkyndi stjórnarlimur í Evropa

Petra de Sutter, sum er tvørkynd, er nýggj varaforsætisráðkvinna í Belgia

Petra De Sutter (Mynd av Twitter)

Petra De Sutter (Mynd av Twitter)

2020-10-05 16:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í farnu viku varð Petra De Sutter tikin í eið sum nýggj varaforsætisráðkvinna í Belgia. Harvið gjørdist hon eisini fyrsti tvørkyndi stjórnarlimurin í Evropa.

Sjálv vónar hon, at tilnevningin kann vera við til at skapa kjak í teimum londum, sum hava ein avskeplaðan hugbur til kyn og samleika.

Tað skrivar hon á Twitter.

Tað varð annars ikki gjørt nógv burtur úr kyninum, tá Petra De Sutter hósdagin í farnu viku var tilnevnd til ráðkvinnu, skrivar The Brussels Times.

- Eg eri errin av, at ein í Belgia og í flestu ES-longunum, ikki er eyðmerkt av sínum kynssamleika, og at tað ikki er eitt evni yvirhøvur.

- Eg vóni, at tilnevningin til ráðkvinnu og varastjórnarleiðara kann skapa kjak í londum, har tað ikki er so, skrivar Petra De Sutter.

Petra De Sutter er útbúgvin gynækolog og umboðar flamlendska grøna flokkin – seinast sum umboð í Evropatinginum.

Hon gjørdist ein av sjey nýggjum limum í belgisku stjórnini, tá stjórnin loksins varð skipað, 16 mánaðir eftir tjóðartingsvalið.

Mikudagin í farnu viku samdust sjey flokkar – sera ymiskir – um at skipa stjórn, sum fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin, Alexander De Croo, kemur at standa á odda fyri.

Umframt uppgávuna sum varaforsætisráðkvinna, verður Petra De Sutter eisini ráðkvinna fyri almennar fyritøkur.

Áðrenn hon varð vald í Evropa-tingið í 2019, sat hon í fimm ár í belgiska tjóðartinginum fyri tey grønu.

Fleiri LGBT-bólkar frøddust í síðstu viku yvir tilnevningina.

- Tilnevningin av Petra er ein áheitan á stjórnir í øllum heiminum um at økja um talið av tvørkyndum í oddasessir, sigur Matt Beard, leiðari fyri felagsskapin All Out, sambært Reuters.

(Tekstur broyttur 6. oktober kl. 12.10. Orðið 'tvørkyndur' verður brúkt heldur enn 'eindarkyndur', sum varð brúkt í upprunaliga tekstinum. Sprotin (DA-FO) ger annars mun á eindarkyndum og tvørkyndum fyri ávikavist 'transseksuel' og 'transkønnet'). 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder