Síðan 1967 hevur Margretha drotning hildið jól saman við nærmastu familju sínari á Marselisborg slottinum í Århus.
Soleiðis verður eisini í ár, har hon fer at halda jól saman við Frederik krúnprinsi, Joachim prinsi, Mary krúnprinsessu og Marie Prinsessu, sum øll vóru uttanlands á jólum í fjør. Eisini vera øll ommubørnini hjá drotningini. Nikolai prinsur og Felix prinsur vera eisini við, eftirsum at tað í ár er Joachim, sum sleppur at halda jól við teimum.
Tó verður ikki alt, sum tað plagar. Hesi jólini verða tey fyrstu uttan Henrik prins, sum andaðist 13. februar.
Hóast tað, er drotningin vís í, at jólini í ár verða góð.
"Eg gleði meg til jóla. Tað verður frálíkt við øllum ommubørnunum. Jólini verða góð, tað trúgvi eg," sigur drotningin sambært TV2.
Hóast hetta verða fyrstu jólini uttan Henrik, sum hon var gift við í 50 ár, ætlar hon at halda fast í siðvenjunum, sum tey bæði høvdu saman. Eitt nú at eta rísingreyt til forrætt.
"Eg haldi, at vit fara at gera júst sum vit altíð hava gjørt hesi seinastu áratíggjuni. Vit eta vanliga døgurðan, sum er rísingreytur og gás, og so fáa vit "plum cake," ein ensk køka, sum mamma mín (Ingrid drotning, red.) vísti mær, og sum mær dámar sera væl," sigur drotniningin.
Jólagudstænastan í dómkirkjuni í Århus hoyrir eisini við.
Aftaná jól fer drotningin aftur til Sjælland fyri at fyrireika nýggjársrøðu sína.
Vanligvís verður hon hildin í Christian IX's Palæ á Amalienborg, men vegna grevstur og rørlegging undir Amalienborg slotsplads, verður røðan hildin á Fredensborg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald