Innanlands

Fyrstu vinnu ph.d.-verkætlanirnar fingið stuðul

Hetta er fyrsta royndin í Føroyum við oyramerktum stuðli til vinnu ph.d.-verkætlanir

2018-08-14 16:01 Author image
Oda Strøm
placeholder

Granskingarnevndin hevur játtað stuðul til tvær vinnu ph.d.-verkætlanir, eina mió. kr. til hvørja verkætlan, skrivar gransking.fo.

Onnur verkætlanin kallast “Kanningar eftir møguligum grundvatni í økinum á Fútakletti á Vágoynni til smolt-aling á landi”. Partarnir í verkætlanini eru Malan Ellefsen, jarðfrøðingur, Hiddenfjord og DTU Environment.  Eisini verður samstarvað við Náttúruvísindadeildina á Setrinum og aðrar partar í Føroyum.

Hin verkætlanin kallast “Útvinnan av alduorku við Føroyar”. Partarnir í verkætlanini eru Bárður Joensen, sivilverkfrøðingur, LBF og DTU Mechanical Engineering. Eisini verður samstarvað við SEV, Náttúruvísindadeildina á Setrinum og aðrar partar í Føroyum.  

Hetta er fyrsta royndin í Føroyum við oyramerktum stuðli til vinnu ph.d.-verkætlanir. Nógv hevur verið sagt og skrivað um slíka skipan frá almennari síðu, men higartil hevur peningur ikki verið játtaður á fíggjarlógini til endamálið.

Tá nevndin fyri Minningargrunnin fyri Dánjal Niclasen gjørdi av at avtaka grunnin og lata Granskingarráðnum peningin, gjørdi Granskingarnevndin av at royna vinnu ph.d.-skipan í Føroyum við hesum pengum.

Wilhelm Petersen, formaður í Granskingarnevndini, er fegin um hesa fyrstu royndina við oyramerktum stuðli til vinnu ph.d.

- Fundirnir við fyritøkurnar vóru góðir. Fleiri møguligar verkætlanir vóru umrøddar og áhugin hjá fyritøkunum at royna seg við vinnu ph.d.-verkætlanum er avgjørt til staðar.

- Hóast talið á umsóknum ikki var so høgt, so meta vit, at hetta var ein sera góð fyrsta roynd. Umsóknirnar vóru góðar og verkætlanirnar hava avgjørt møguleikar at skapa nýggja, týdningarmikla vitan og at økja samstarv millum vinnu og granskingarumhvørvi. 

- Í grannalondum okkara eru vinnuligir orkudeplar bygdir upp kring nøkur universitet við slíkum samstørvum, t.d. DTU og Aalborg Universitet í Danmark og NTNU í Noregi, og tey hava stóran týdning fyri vinnuligu menningina í økjunum.

- Í løtuni eru ikki ætlanir um at lýsa beinleiðis eftir fleiri umsóknum til vinnu ph.d., tí tað er ikki tøk fígging til hetta, men arbeitt verður við at fáa hetta til at vera eina fasta skipan.

Tað ber til at søkja Granskingargrunninum um stuðul til vinnu-ph.d. Árliga umsóknarfreistin er 15. februar, boðar gransking.fo frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder