Uttanlands

Fyrstur tvørtur um Antarktis uttan hjálp

”Eg kláraði tað” rópti 33 ára gamli Colin O’Brady tá hann boðaði frá, at hann var komin á mál

(Mynd av Instagram)

(Mynd av Instagram)

2018-12-27 07:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanarin Colin O’Brady gjørdist í gjár fyrsta menniskja, ið hevur ferðast tvørtur um Antarktis uttan hjálp uttanífrá, skrivar AP tíðindastovan.

Ferðin yvir risastóra meginlandið tók 54 dagar, og varð frammanundan søgd at vera ómøgulig. Á ferðini hevur O’Brady ikki fingið veitingar ella er stuðlaður av øðrum.

- Eg kláraði tað, rópti hann grátandi, tá hann ringdi til familjuna sína fyri at boða frá, at 1500 kilometra langi túrurin var at enda komin.

Hóast tað eru fleiri, ið hava ferðast tvørtur um meginlandið, so var tað eingin, sum hevði klárað tað uttan at brúkt t.d. segl fyri at koma fram ella hevði fingið hjálp og veitingar uttnífrá.

33 ára gamli amerikanarin hevur dokumenterað ferð sína við eitt nú at brúka sosialar miðlar, har hann hevur verið sera væl umtóktur. Fleiri enn 80.000 hava á henda hátt fylgt honum á ferðini.

Hann skrivaði á Instagram, at hann megnaði at leggja teir seinastu 129 kilometrarnar aftur um seg upp á bert eitt samdøgur.

- Seinastu 32 tímarnir hava verið teir mest avbjóðandi í lívi mínum, men heilt erligt, eisini nakrar av bestu løtunum, eg nakrantíð havi upplivað, skrivar hann.

 
 
 
 
 
Vis dette opslag på Instagram
 
 
 
 
 
 
 
 
 

Day 54: FINISH LINE!!! I did it! The Impossible First ✅. 32 hours and 30 minutes after leaving my last camp early Christmas morning, I covered the remaining ~80 miles in one continuous “Antarctica Ultramarathon” push to the finish line. The wooden post in the background of this picture marks the edge of the Ross Ice Shelf, where Antarctica’s land mass ends and the sea ice begins. As I pulled my sled over this invisible line, I accomplished my goal: to become the first person in history to traverse the continent of Antarctica coast to coast solo, unsupported and unaided. While the last 32 hours were some of the most challenging hours of my life, they have quite honestly been some of the best moments I have ever experienced. I was locked in a deep flow state the entire time, equally focused on the end goal, while allowing my mind to recount the profound lessons of this journey. I’m delirious writing this as I haven’t slept yet. There is so much to process and integrate and there will be many more posts to acknowledge the incredible group of people who supported this project. But for now, I want to simply recognize my #1 who I, of course, called immediately upon finishing. I burst into tears making this call. I was never alone out there. @jennabesaw you walked every step with me and guided me with your courage and strength. WE DID IT!! We turned our dream into reality and proved that The Impossible First is indeed possible. “It always seems impossible until it’s done.” - Nelson Mandela. #TheImpossibleFirst #BePossible

Et opslag delt af Colin O'Brady (@colinobrady) den

At koma seg tvørtur um Antarktis er ógvuliga avbjóðandi og eisini lívshættisligt uttan hjálp uttanífrá.

Í 2016 doyði bretski ævintýrarin, Henry Worsley, í royndini, tá hann small um av møði beint áðrenn hann náddi á mál

Les eisini: Ævintýrari doyði av máttloysi 

Við tað, at hann ikki fekk veitingar uttanrífrá, mátti O’Brady sleipa 170 kilo av útgerð og mati gjøgnum ísklædda landslagið, har kuldin oftast liggur langt undir frostmarkinum.

Amerikanarin byrjaði ferðina 3. november. Hann hevur fyrr megnað at klatra upp á heimsins hægstu tindar, herundir Mount Everest.

- Eg umhugsaði fleiri ferðir at gevast. Pakka tjaldið saman og geva upp. Men so varð eg mintur á allan tann stuðul, eg havi fingið. Og so andaði eg djúpt inn og helt áfram, eitt fet í senn, skrivar hann í einum øðrum boðum á Instagram. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder