Tá íbúgvar á Galapagosoyggjunum um fáar dagar fara at feira nýggja árið, verður tað uttan fýrverk.
Í Galapagosoyggjunum er nevniliga avgerð tikin um at banna fýrverk. Tað skrivar TV2.
Tað varð einmælt samtykt at banna innflutning, sølu, útbýting og nýtslu av fýrverki. Fýrverk, sum lýsur men ikki larmar er tó framvegis loyvt.
Orsøkin til bannið er sjáldsama djóralívið á oyggjunum. Forboðið skal eisini forða fyri, at luftin og vatnið verður meira dálkað.
Mann hevur varnast, at djórini á Galapagosoyggjunum verða rakt av angist og stress, og atburðurin hjá teimum er eisini munandi broyttur.
Eitt átak móti fýrverki á Galapagosoyggjunum byrjaði í 2017. Eisini er einnýtisplast bannað á oyggjunum.
Sambært seinastu tølunum frá 2010 búgva uml. 25.000 fólk á Galapagosoyggjunum. Eisini eru oyggjarnar væl umtóktar millum ferðafólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald