Innanlands

Fysioterapeutar úr 10 londum á altjóða námsskeið í Føroyum

Evnið er viðgerðarhátturin, kallaður Basic Body Awareness Terapi

2019-08-07 17:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Alla hesa vikuna er ein altjóða bólkur við 26 fysioterapeut-serfrøðingum úr 10 londum savnaður í Runavík til árligt afturvendandi summarseminar.

Teirra serfrøði er innan fysioterapeutiska viðgerðarháttin Basic Body Awareness Terapi, vanliga stytt til BBAT. Hesin viðgerðarhátturin verður m.a. nýttur til fólk við tunglyndi, ótta, varandi pínu og langtíðar vødda trupuleikum.

Menningin av BBAT viðgerðarháttinum byrjaði í 1950’unum í teimum norðurlendsku londunum, og verður í dag nýttur um allan heimin. Høvuðskjarnin í BBAT-viðgerðini er, at man við løttum gerandisrørslum fremur rørslukvalitetin. Royndir og gransking vísa, at støði av rørslu kvalitetinum hevur ein avgerðandi týðning, tá umræður flest allar heilsutrupuleikum.

Seminarið verður hildið í skótahúsinum við Løkin í Runavík. Fyriskiparnir eru Lív Egholm og Jórun Simonsen, ið báðar starvast sum fyrsioterapeutar á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum. Á psykiatrisku deild hevur BBAT verði ein partur av fysioterapeutiska viðgerðartilboðnum síðani 2009.

Hetta er fyrsta ferð at slíkt altjóða skeið er í Føroyum. At verða ein partur av einum altjóða serfrøðingabólki meta fyrireikararnir at verða ein styrki fyri fysioterapina í Føroyum. BBAT viðgerðarhátturin vindur alt meira upp á seg, og partur av hesum seminarinum er at menna nýggjar hættir, til at fyribyrgja og viðgerða vaksandi heilsuavbjóðingar í samfelaginum innan varandi pínu trupulleikar, psykosomatiskar og psykiatriskar sjúkur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder