Uttanlands

G7-londini binda seg til veðurlagsstuðul til fátæk lond

G7-londini ætla at binda seg til at halda eitt gamalt lyfti um at lata 100 milliardir um árið í veðurlagsstuðul

– At verja okkara heim er tað týdningarmiklasta, vit sum leiðarar kunnu gera fyri okkara fólk, sigur bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson (Savnsmynd)

– At verja okkara heim er tað týdningarmiklasta, vit sum leiðarar kunnu gera fyri okkara fólk, sigur bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson (Savnsmynd)

2021-06-13 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin ætla G7-londini at binda seg til at halda eitt gamalt lyfti um at lata eina árliga upphædd á 100 mia. dollarar í veðurlagsstuðul.

Hesin stuðulin skal hjálpa fátækum londum at skerja í CO2-útlátið og arbeiða ímóti globalu upphitingini.

– At verja okkara heim er tað týdningarmiklasta, vit sum leiðarar kunnu gera fyri okkara fólk, sigur bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sum er vertur fyri G7-fundin, sum er í Onglandi í hesum døgum.

Fleiri vælbjargað lond samdust í 2009, í sambandi við veðurlagstoppfundin COP15 í Keypmannahavn, um, at árligi veðurlagsstuðulin til fátæk lond skuldi fara upp á 100 mia. dollarar í 2020. Í okkara krónum svarar hetta til uml. 615 mia. Men hetta málið er enn ikki rokkið.

Men fleiri umhvørvisfelagsskapir, m.a. bretska deildin hjá Greenpeace finnast at G7-londunum fyri "bert at taka gomul lyfti uppaftur". Greenpeace ætlar sær ikki at taka nakað fyri givið, áðrenn stuðulin er latin, verður sagt.

Sambært Ritzau væntast G7-londini – USA, Kanada, Japan, Týskland, Frakland, Italia, og Stórabretland – eisini at seta mál um at skerja CO2-útlátið enn meira.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder