Uttanlands

G7-londini: Nýggjar farsóttir skulu niðurberjast skjótari

Leiðarar í G7-londunum, sum fundast í hesum døgum, ætla m.a. at tryggja, at koppingarevni og viðgerðir verða mentar skjótari, og at styrkja Heimsheilsustovnin, WHO

– Vit skulu læra av seinastu 18 mánaðunum og gera tað betur næstu ferð, sigur bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sum er vertur fyri fundin (Mynd: EPA)

– Vit skulu læra av seinastu 18 mánaðunum og gera tað betur næstu ferð, sigur bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sum er vertur fyri fundin (Mynd: EPA)

2021-06-12 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Framtíðarfarsóttir skulu niðurberjast innan 100 dagar. Tað er ætlanin hjá leiðarunum í G7-londunum, sum fundast í Onglandi í hesum døgum, og sum eftir ætlan fara at koma við felags yvirlýsing um hetta.

Ætlanin hjá G7-leiðarunum byggir á tilmæli, sum leggja dent á, at tað er umráðandi at gera skjótt av, eftir ein nýggj hóttan er staðfest. Hesi tilmæli verða løgd fram í dag av Sir Patrick Vallance, vísindaligur ráðgevi hjá bretsku stjórnini, og vælgeraranum Melinda French Gates, skrivar Ritzau.

G7-londini vilja m.a. binda seg til at tryggja, at koppingarevni og viðgerðir verða mentar skjótast gjørligt, og at styrkja Heimsheilsustovnin, WHO.

Eisini ætlar Stórabretland at menna ein nýggjan koppsetingardepil, sum skal leggja dent á at forða sjúkum í at spreiða seg frá djórum yvir á menniskju. Depilin verður stuðlaður við 61 mió. krónum frá bretsku stjórnini umframt 89 mió. krónur frá Bill and Melinda Gates Foundation.

– Fyri veruliga at vinna á koronavirusinum og koma fyri okkum aftur, mugu vit forða slíkari farsótt í at gera um seg aftur. Tað merkir, at vit skulu læra av seinastu 18 mánaðunum og gera tað betur næstu ferð, sigur bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sum er vertur fyri fundin.

Yvirlýsingin fær heitið "Carbis Bay Declaration" eftir bygdini, har G7-fundurin verður hildin.

G7-londini eru USA, Kanada, Japan, Týskland, Stórabretland, Frakland og Italia.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder