Innanlands

"Gakk ella renn fyri heilsuna" á Summarfestivalinum

Skipað verðu fyri gangi og rennitiltaki á festivalinum

2018-08-10 16:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kom við til gangi og rennitiltakið "Gakk ella renn fyri heilsuna 2018" á Summarfestivalinum, ið Treysti og Føroya Bjór skipa fyri. Vælumtókta tiltakið verður leygardagin á Summarfestivalinum.

Øll sum luttaka eru við í kappingini um góðar vinningar Frá Føroya Bjór.

Tiltakið er skipað soleiðis, at øll ganga ella renna í 15 minuttir "út" og so venda øll "heimaftur" í senn. Hetta hevur við sær, at øll byrja samstundis og at øll koma aftur næstan samstundis! Byrjað og endað verður við sølubúðina hjá Føroya Bjór.

Guttorm Sørensen frá Treystinum sigur: “Gakk ella renn fyri heilsuna” hevur aftur hetta summarið verið eitt sera vælumtókt tiltak, har fólk bæði koma út at røra seg og hava sosialan felagskap samstundis, og vit vóna at nógv fólk og eisini festivalgestir møta til “Gakk ella renn” á Summarfestivalinum. Ætlanin er eisini, saman við Føroya Bjór, at gera hetta tiltakið til ein fastan tátt á komandi Summarfestivalum.

- Treysti

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder