Fleiri kend andlit høvdu leitað sær í Løkshøll í gjár, tá ið Frihedsbrevet skipaði fyri frumsýning av dokumentarinum Valdið aftanfyri valdið.
Hesin dokumentarurin snýr seg um JFK reiðaríið í Klaksvík og hollendsku parteigararnar í samtakinum Parlevliet og Van der Plas, PP.
--
Brellbiti "Valdið aftanfyri valdið"
--
Dokumentarurin snýr seg eitt nú um skipað lógarbrot umborð á Nærabergi, um risa upphæddir, sum fara úr Føroyum til Hollands. Hann sigur søguna um, hvussu Hanus Hansen kom at eiga JFK-samtakið, hvussu hann við stuðli frá gamla Eik Banka fór til Grønlands at royna eydnuna við ivasomum arbeiðshættum, og søguna um, hvussu eitt av heimsins størstu reiðaríum, hollendska P&P, kom til Føroya av fyrstan tíð.
Tey, sum ikki vóru í Løkshøll, fara at fáa høvið. Filmurin verður tøkur á heimasíðuni og appini hjá Frihedsbrevet í næstum. Fríggakvøldið verður sýning í Føroyahúsinum í Keypmannahavn og redaktiónin hjá Frihedsbrevet lovar, at aðrar almennar sýningar eru ávegis.
Ólavur Frederiksen hevur tikið myndirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald