Innanlands

600 fólk sóu "Valdið aftanfyri valdið"

Frihedsbrevet bjóðaði í gjár til frumsýning av dokumentarinum Valdið aftanfyri valdið. Um 600 fólk vóru til sýningarnar í Løkshøll

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2024-05-06 22:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fleiri kend andlit høvdu leitað sær í Løkshøll í gjár, tá ið Frihedsbrevet skipaði fyri frumsýning av dokumentarinum Valdið aftanfyri valdið. 

Hesin dokumentarurin snýr seg um JFK reiðaríið í Klaksvík og hollendsku parteigararnar í samtakinum Parlevliet og Van der Plas, PP.

--

Brellbiti "Valdið aftanfyri valdið"

--

Dokumentarurin snýr seg eitt nú um skipað lógarbrot umborð á Nærabergi, um risa upphæddir, sum fara úr Føroyum til Hollands. Hann sigur søguna um, hvussu Hanus Hansen kom at eiga JFK-samtakið, hvussu hann við stuðli frá gamla Eik Banka fór til Grønlands at royna eydnuna við ivasomum arbeiðshættum, og søguna um, hvussu eitt av heimsins størstu reiðaríum, hollendska P&P, kom til Føroya av fyrstan tíð. 

Tey, sum ikki vóru í Løkshøll, fara at fáa høvið. Filmurin verður tøkur á heimasíðuni og appini hjá Frihedsbrevet í næstum. Fríggakvøldið verður sýning í Føroyahúsinum í Keypmannahavn og redaktiónin hjá Frihedsbrevet lovar, at aðrar almennar sýningar eru ávegis. 

Ólavur Frederiksen hevur tikið myndirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder