2024-11-12 11:48
Í Klaksvík er spenningur til kommunuvalið í dag. Onkur valevni vóru klár at greiða sína atkvøðu longu tá valstaðið í Klaksvík, KÍ-høllin, lat upp klokkan 10 í dag.
Fimm valstøð eru í Klaksvíkar kommunu. Tey eru umframt KÍ-høllina: Róðrarneystið í Árnafirði, skúlin í Mikladali (Mikladalur og Trøllanes), skúlin á Húsum (Húsar og Syðradalur) og Gamligarður í Svínoy.
Valstøðini eru opin til í kvøld kl. 20 ella so leingi veljarar koma til valstaðið uttan støðg.
Jens Kr. Vang tók myndirnar:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald