Kommunurnar hava sínar kongar og drotningar, tá tað ræður um hvør skal stýra. Vit tosa um fólkini, sum fáa dygga undirtøku frá sínum borgarum. Súni í Hjøllum í Nes kommunu og Per Martin Gregersen eru dømi um kongar, og Eyð Ellingsgaard er dømi um drotning í Sørvágs kommunu.
Í Tórshavnar kommunu var trónuskifti, nú komandi borgarstjórin, Elsa Berg, fekk rættiliga nógv fleiri persónligar atkvøður enn Heðin Mortensen.
Men býarpartarnir og bygdirnar í Tórshavnar kommunu hava eisini sínar kongar og drotningar.
Tað sæst, nú fínteljingin í Tórshavnar kommunu er avgreidd, og úrslitini fyri tey ymsu valstøðini eru tøk á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.
Fólkaflokkurin vann á Argjum
Her sæst til dømis, at Høgni Vilhelmsen á fólkaflokslistanum fekk heili 354 av sínum 491 atkvøðum á Argjum, har hann býr.
Fólkaflokkurin gjørdist eisini nógv størsti listi á Argjum 452 atkvøðum.
Kollfirðingar fingu tvey umboð í býráðið hesaferð: Anja Maria H. Wehhe og Bergur Robert D. Jensen (Savnsmynd)
C & E í Kollafirði
Í lokala valúrslitinum sæst eisini, at Bergur Robert Dam Jensen og Anja Maria Hammer Weyhe fingu so at siga allar atkvøðurnar í Kollafirði, ávikavist 317 av 365 og 239 av 370. Hinir listarnir fingu óvanliga fáar atkvøður í norðrastu bygdini í kommununi.
F í Nólsoy
Sama er galdandi í Nólsoy har Nicolaj Falck á listanum hjá Framsókn, ið ikki varð valdur, fekk 112 atkvøður. Tað er nógv meira enn floksfelagin Karlot Hergeirsson, fekk á løgtingsvalinum í 2022, og hann situr sum tingmaður í dag.
Hoyvíkingar velja Tjóðveldi
Hyggja vit nærri eftir nýggja valstaðnum í Tórshavnar kommunu, Hoyvík, síggja vit, at Tjóðveldi er nógv størst við 730 atkvøðum, meðan Kommunulistin fekk 494, Fólkaflokkurin 485 og Javnaðarlistin 408 atkvøður.
Her var Tróndur Sigurðsson á Kommunulistanum tó atkvøðuslúkurin við 194 persónligu atkvøðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald