
Ringa veðrið sum sambært veðurstovunum rakar Føroyar í morgin og um vikuskiftið fær nú avleiðingar fyr bygda og oyggjaleiðir hjá Strandferðsluni.
Strandfaraskip Landsins boða í dag fleiri avlýsingum. Bygdaleiðirnar sum koyra í Eysturoynni, í Kallsoynni og millum Havnina og Klaksvík koyra fyrrapartin í morgin, men gevast móti middegi.
Smyril siglir av Krambatanga klokkan 7 og siglir suður aftur klokkan 10, men so verður ikki siglt restina av degnum.
Strandferðslan sigur, at roknast kann við avlýsingum ella broytingum á øllum bygda og oyggjaleiðum.
Avlýsingar og broytingar síggjast á heimasíðuni hjá Strandferðsluni her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald