Orsakað av krígnum í Gazageiranum, hevur einki stórt jólahald verið í Betlehem seinastu tvey árini, men í hesum døgum er býurin aftur í jólahýri.
6. desember varð jólatræið í býnum tendrað fyri fyrstu ferð í tvey ár, og í gjár savnaðust stórar mannamúgvur á gøtunum at hátíðarhalda jólaaftan, skriva altjóða miðlar.
Íbúgvar vóna, at jólahaldið kann seta nýtt lív í býin og seta gongd aftur á ferðavinnuna, sum er ein týðandi inntøkukelda hjá býnum.
Ferðavinnan í Betlehem hevur verið nógv merkt av krígnum í Gaza, sum hevur økt munandi um arbeiðsloysið í býnum.
Síðan vápnahvíldin kom í gildi millum Ísrael og Hamas fyrst í oktober, hava kristnir pílagrímar tó aftur leitað sær móti býnum, sum sambært Bíbliuni er staðið, har Jesus varð føddur fyri meira enn 2.000 árum síðani.
Hóast vápnahvíldina verður framvegis boðað frá álopum í Gaza, og bæði Ísrael og Hamas hava lagt hin partin undir at bróta vápnahvíldina. Eisini á Vestara Áarbakka er støðan framvegis spent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald