Innanlands

Annika Højgaard heiðrað fyri ótroyttandi arbeiði

Hon hevur stjórnað Ælaboganum síðani tey spældu fyrstu tónaranr fyri skjótt 22 árum síðani. Í dag, á 50 ára stovningardegnum hjá Javna, varð Annika Højgaard heiðrað

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Annika Højgaard (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Annika Højgaard (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-05-15 17:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag eru liðin 50 ár, síðani felagið Javni varð stovnað. Nógv fólk hátíðarhildu runda dagin á Vaglinum. Bæði røður og tónleikur vóru á skránni.

Ælabogin spældi eisini nøkur vælumtókt løg.

Annika Højgaard hevur við eldhuga og nærlagni stjórnað orkestrinum øll árini, síðani tey spældu fyrstu tónarnar fyri skjótt 22 árum síðani. Fyri stóra arbeiðið við orkestrinum og í Javna annars øll árini fekk Annika handað eitt blómutyssi og eina serliga bringunál frá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.

Ælabogin byrjaði í Skansastovu í Havn 28. september í 1990. Fleiri, sum vóru við frá byrjan, eru við enn. Tey hava javnan havt konsertir bæði í Havn og úti um landið, og tey hava somuleiðis verið við til tiltøk uttanlands, bæði í Noregi og Spania. Og altíð hevur Annika Højgaard verið við.

Annika gevur øllum rúm og fær tað besta fram í hvørjum einstaka persóni, skrivar høvuðsstaðarkommunan á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder