Innanlands

Bjargaðu manni á Reynsatindi

Vága Bjargingarfelag fekk mannin oman aftur í øllum góðum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-08-17 09:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt føroyskt ferðalið kom í trupulleikar á Reynsatindi í Vágum í gjár. Tað var mjørki í hæddunum, og tá ein maður fór burtur frá hinum, varð hann brádliga ikki sæddur aftur.

Leiting varð sett í verk og funnið varð skjótt fram til staðsetingina hjá manninum. Tyrlan var boðsend, men av tí at so nógvur mjørki var, var hon ikki til nógva nyttu.

Vága Bjargingarfelag fór eftir viðkomandi og fekk hann oman aftur í øllum góðum. Tað var ongantíð vandi á ferð, og maðurin varð fingin oman í øllum góðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder