Sørvágs Country & Blues festivalur var skotin í gongd í gjár við stórum bassatiltaki, men í dag byrjar tað av álvara.
12 bólkar skulu á pall í kvøld og í annaðkvøld. Høvuðsnøvnini í ár eru Heather Myles og Bellamy Brothers. Tað vera teir baðir Heiðrik á Heygum og Sigmund V. P Zachariassen úr Kovboykeks sum byrja kvøldið klokkan 21, og Signar í Homrum setur punktum við Eagles-tónleiki tá hann fer á pallin klokkan 2.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Í morgin verður byrjað klokkan 21 við Magna Christiansen og endað við Fourmenn klokkan 2.
Atgongumerkjasølan hevur gingið væl, og einir 160 húsvognar koma vestur at standa um vikuskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald