Innanlands

Djarvir ungir føroyingar í heimsins hægsta gyrðislopi

Í vikuni lupu fimm djarvir ungir føroyingar heimsins hægsta gyrðislop – bungee jump – av eini glasbrúgv, sum er 260 metrar høg í Zhangjiajie, Kina

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-05-08 13:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Teir ungu menninir, sum mikudagin lupu, eru Áron Matras Jensen, Eiri í Niðristovu, Evald Djóni Simonsen, Hanus Rúnason Abrahamsen og Hanus Undir Leitinum.

- Vit hava tikið móti gestum síðani 2016, og enn er eingin deyður av at hoppa gyðrislop her, segði ferðaleiðarin, sum skuldi læra okkum. Tað er sjálvandi gott at vita, at eingin er deyður av hesum. Men hóast tað, so vóru vit sera spentir, áðrenn vit skuldu leypa. Tó ikki so at vit vóru bangnir, tí allir vildu sleppa at leypa fyrst, so vit máttu trekkja lut um raðfylgjuna, sigur Áron.

- Tú ert í fríum falli í umleið 7 sekund, og tað kennist leingi. Men kenslan er sera góð, serliga aftaná at vit kundu gleðast um, at allir lupu og eingin fekk skaða, sigur Áron.

Zhangjiajie økið er sera vakurt og eisini kent fyri sera vøkur fjøll, sum góvu íblástur til filmin Avatar.

Ferðin hjá teimum fimm unglingunum byrjaði í Suðurkorea, og um eina vikur fara teir víðari vit Vjetnam. Teir hava upplivað nógv annað spennandi so sum at klintra í fjøllum og ferðast við rennistrongi.

Tey, sum vilja vita meir, kunnu fylgja teimum á Instagram profilinum Faroe_five

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder