
Eldhús á Sandi hevur fingið nýggjar eigarar. Inga og Eyðvarur Petersen hava yvirtikið handilsvirksemið.
Hetta skrivar Sands kommuna.
Tað var Jógvan K. Petersen, sum byrjaði at handla í kjallaranum í sethúsum sínum á Sandi í 1930. Hann og konan róku handilin fyrstu árini.
Fyrst í 1950-unum kom sonurin, Carl Jóhan Petersen, eisini at starvast í handlinum, og fyrst í 1960-unum legðist versonurin, Sølvi Mortensen, skipari, upp á land og fór eisini at starvast her.
Handilin varð útbygdur í fyrru helvt av 1950-unum og síðan aftur fyrst í 1970-unum til ta stødd, hann hevur í dag.
Við seinastu útbyggingini gjørdist handilin sjálvtøkuhandil. Carl Jóhan og Sølvi róku handilin saman til langt eftir pensiónsaldur. Hans Falkvard Hansen hevur starvast í Eldhúsi síðan 1999, tey seinnu árini sum handilsleiðari.
Eftirkomararnir á Eldhúsi hava nú valt at selja handilin
Umframt at reka handilsvirksemi við Kioskini á Bakarínum er Eyðvarur Petersen eisini skipari og reiðari á frystilínuskipinum, Sandshavinum.
Eyðvarur Petersen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Jógvan á Eldhúsi, sum stovnaði handilin, var abbabeiggi Eyðvara, so virksemi flytir ikki heilt úr ættini.
Eftirkomararnir á Eldhúsi, Tordis, Jan og Margret Mortensen, ynskja at takka Hans Falkvard Hansen og øllum starvsfólkunum, verandi sum fyrrverandi, sum í tí dagliga hava gjørt handilin til ein vælvirkandi miðdepil á Sandi.
- Vit fegnast um, at Eldhús heldur fram sum handil í bygdini, siga eftirkomararnir, sum eisini takka øllum viðskiftafólkum og veitarum gjøgnum hesi mongu ár.
Síðan tað er vorðið landafast millum Sandoynna og miðstaðarøkið, er virksemið í bygdini vaksið.
- At tað framhaldandi er ein matvøruhandil á Sandi, er við til at tryggja, at tað er liviligt hjá fólkinum í bygdini og í Sandoynni sum heild, siga eftirkomararnir, sum ynskja eigarum, starvsfólki og Eldhúsi blíðan byr.
-
Carl Johan Petersen og Jan Mortensen uttanfyri Eldhús í 1960
-
Jógvan á Eldhúsi, sum stovnaði handilin. Myndin er tikin fyrst í 1950-unum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald