Innanlands

Eldhús fingið nýggjan eigara

Inga og Eyðvarur Petersen, sum frammanundan reka handilsvirksemi á Sandi við Kioskini á Bakarínum, yvirtaka nú matvøruhandilin, Eldhús.

Eftirkomararnir fegnast um, at Eldhús heldur fram sum matvøruhandil á Sandi (Mynd: Sands kommuna)

Eftirkomararnir fegnast um, at Eldhús heldur fram sum matvøruhandil á Sandi (Mynd: Sands kommuna)

2025-03-08 10:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eldhús á Sandi hevur fingið nýggjar eigarar. Inga og Eyðvarur Petersen hava yvirtikið handilsvirksemið.

Hetta skrivar Sands kommuna.

Tað var Jógvan K. Petersen, sum byrjaði at handla í kjallaranum í sethúsum sínum á Sandi í 1930. Hann og konan róku handilin fyrstu árini.

Fyrst í 1950-unum kom sonurin, Carl Jóhan Petersen, eisini at starvast í handlinum, og fyrst í 1960-unum legðist versonurin, Sølvi Mortensen, skipari, upp á land og fór eisini at starvast her.

Handilin varð útbygdur í fyrru helvt av 1950-unum og síðan aftur fyrst í 1970-unum til ta stødd, hann hevur í dag.

Við seinastu útbyggingini gjørdist handilin sjálvtøkuhandil.  Carl Jóhan og Sølvi róku handilin saman til langt eftir pensiónsaldur. Hans Falkvard Hansen hevur starvast í Eldhúsi síðan 1999, tey seinnu árini sum handilsleiðari.

Eftirkomararnir á Eldhúsi hava nú valt at selja handilin

Umframt at reka handilsvirksemi við Kioskini á Bakarínum er Eyðvarur Petersen eisini skipari og reiðari á frystilínuskipinum, Sandshavinum.

[object Object]Eyðvarur Petersen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jógvan á Eldhúsi, sum stovnaði handilin, var abbabeiggi Eyðvara, so virksemi flytir ikki heilt úr ættini.

Eftirkomararnir á Eldhúsi, Tordis, Jan og Margret Mortensen, ynskja at takka Hans Falkvard Hansen og øllum starvsfólkunum, verandi sum fyrrverandi, sum í tí dagliga hava gjørt handilin til ein vælvirkandi miðdepil á Sandi.

- Vit fegnast um, at Eldhús heldur fram sum handil í bygdini, siga eftirkomararnir, sum eisini takka øllum viðskiftafólkum og veitarum gjøgnum hesi mongu ár.

Síðan tað er vorðið landafast millum Sandoynna og miðstaðarøkið, er virksemið í bygdini vaksið.

- At tað framhaldandi er ein matvøruhandil á Sandi, er við til at tryggja, at tað er liviligt hjá fólkinum í bygdini og í Sandoynni sum heild, siga eftirkomararnir, sum ynskja eigarum, starvsfólki og Eldhúsi blíðan byr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder