Innanlands

Eldur komin í asfaltsverk við stórhøllina við Tjarnir

Nógvur útrykningur í Hoyvík í kvøld. Tað er ikki vandi fyri at eldurin breiðir seg

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-06 20:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dagføring 20:32: Tamarhald er nú á støðuni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini. Lítil eldur er nú at síggja, og man fer nú at arbeiða seg nærri og finna útav hvussu eldurin er kyknaður.

Hetta asfaltsverkið liggur einar 100 metrar frá sjálvari stórhøllini við Tjarnir.

--

Tað er nógvur útrykningur í Hoyvík í kvøld. Eldur er komið í asfaltverk sum er sett upp við stórhøllina Tjarnir, sum verður bygd í hoyvíkshaganum.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tað ikki er vandi fyri at eldurin breiðir seg, men nógvur roykur kemur frá asfaltsverkinum.

Ilt er at siga, hvønn veg roykurin fer tí tað er so myrkt í økinum, men helst er tað í økinum við Hvítanes og millum Gilja.

Um borgarar í økinum hava ampa av royki, kunnu tey endiliga boða løgregluni frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder