2024-05-02 21:19
Fráboðan kom fyrr í kvøld um eld í glastrevjabáti, sum lá við bátahylin á Støðni á Argjum.
Sløkkiliðið hevði venjing nærhendis, og tí sá tað kanska heldur ógvusligt út, at ein rúgva av neyðsynjarakførum, og enntá stigabilur, við fullum útrykningi koyrdu út eftir Argjavegnum og út á Støðna.
Eingin mansskaði var, og eldurin var skjótt sløktur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald