Innanlands

Eystanstevna við skerdari skrá

Tó skal okkurt vera til at koma hjá stevnugestum – eitt nú fótbóltsdystir, kappróður og runutusk

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2020-06-09 11:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í vikuskiftinum verður Eystanstevnan hildin í Runavík. Fyribilsskráin er gjørd, sum verður dagførd so hvørt.

Sí skránna her 

Hesaferð er skráin ikki so fjølbroytt sum undanfarin ár, orsakað av samfelagsligu fyrivarnunum og undantaksreglunum, ið enn eru í gildi.

Tó so hava fyriskipararnir lagt dent á, at okkurt skal vera at koma til hjá stevnugestum og ikki minst hjá teimum, sum búgva her.

Hósdagin verður stevnudystur millum umsitingarnar hjá Nes og Runavíkar kommunu, seinni um kvøldið verður ein golf-kapping omanfyri Hústoft.

Fríggjadagin fer Hans Marius Ziska at syngja og spæla, og eftir hetta verður setanin saman við hornorkestrinum Nes Sóknar Musikkfelag. Betri-deildardysturin millum NSÍ og AB verður fríggjakvøldið kl. 19 við Løkin.

Leygardagin vera nógv umrøddu Runutusk kappingarnar. Talan er um fleiri kappingar, býttar í aldur og bólkar. Við Doktaragarðin verður ein forkunnugur Urtagarðsdagur. Kl. 13 verður barnaróður, og kl. 15 FM róður. Seinni um kvøldið verður syngið við á torginum við býráðshúsið, og eftir hetta verður miðnáttarsamkoman við luttøku av hornorkestrinum og Dáva Høgnason sum gestarøðara.

Sunnudagin verður kappsigling millum 4-5 mannafør.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder