Viðurskiftini millum Finnland og Russland eru køld í løtuni. Í gjár varð finska flaggið og vápnaskjøldurin tikin niður uttan fyri aðalkonsulatið í Skt. Pætursborg, ið er nærmasti russiski milliónabýur hjá Finnlandi.
Tað var í juli, at boð komu frá russum um at lata konsulatið aftur áðrenn september mánaði er av, skrivar finska kringvarpið, Yle.
Sum skilst komu hesi boð eftir at Finnland hevði tikið avgerð um at vísa níggju russiskum sendifólkum úr Finnlandi.
Konsulatið í Skt. Pætursborg stongdi sína avgreiðslu longu fyrst í september.
Afturfyri hevur Finnland tikið aftur loyvið hjá Russlandi at hava aðalkonsulat í finska býnum Åbo. Tað konsulatið letur aftur seinni í vikuni.
Í Álandi er eisini krav um at russiska konsulatið verður stongt. Eitt borgaraátak hevur verið hesum viðvíkjandi, og talið av undirskriftum er nú komið upp um 50.000, sum er nóg mikið fyri at krevja, at eitt mál verður tikið upp í finska ríkisdegnum, skrivar Yle.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald