Innanlands

Fishfacts: Umskipanir og bunkring á opnum havi vaksandi

Frágreiðingin sum partur av vinnulívinum hevur biðið um frá Fishfacts staðfestir, at russisk skip í alsamt størri mun bunkra og umskipa á opnum havi

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-14 11:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í frágreiðingini, sum Fishfacts legði fram á Panorama á Hotel Hafnia fyrrapartin er ein av niðurstøðunum, at russisk fiskiskip í alsamt størri mun bunkra og umskipa á opnum havi.

Staðfest verður, at ongar umskipanir ella bunkringar vóru fram á opnum havi í 2020 og 2021. Í 2022 fóru tríggjar umskipanir og tríggjar bunkringar fram á opnum havi, og í 2023 eru higartil staðfestar níggju umskipanir og tíggju bunkringar á opnum havi.

- Russisku umskipaninar og bunkringarnar á opnum havi fara helst at halda fram, tí fiskiskapurin er komin út við eina helvt, verður sagt í samandráttinum.

Dømi um bunkring á opnum havi (Video: Fishfacts)

Frágreiðingin er umbiðin av einari røð av fyritøkum. Fyritøkurnar eru hesar: Bergfrost, Christian í Grótinum, Enniberg, Effo, Faroe Agency, Faroe Ship, Framherji, JFK, Magn, North Pelagic, KBI, KJ, KSS, Varðin og Vónin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder