Í frágreiðingini, sum Fishfacts legði fram á Panorama á Hotel Hafnia fyrrapartin er ein av niðurstøðunum, at russisk fiskiskip í alsamt størri mun bunkra og umskipa á opnum havi.
Staðfest verður, at ongar umskipanir ella bunkringar vóru fram á opnum havi í 2020 og 2021. Í 2022 fóru tríggjar umskipanir og tríggjar bunkringar fram á opnum havi, og í 2023 eru higartil staðfestar níggju umskipanir og tíggju bunkringar á opnum havi.
- Russisku umskipaninar og bunkringarnar á opnum havi fara helst at halda fram, tí fiskiskapurin er komin út við eina helvt, verður sagt í samandráttinum.
Dømi um bunkring á opnum havi (Video: Fishfacts)
Frágreiðingin er umbiðin av einari røð av fyritøkum. Fyritøkurnar eru hesar: Bergfrost, Christian í Grótinum, Enniberg, Effo, Faroe Agency, Faroe Ship, Framherji, JFK, Magn, North Pelagic, KBI, KJ, KSS, Varðin og Vónin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald