Monika Midjord Nolsøe úr Vági, sum í summar luttók í Miss Universe Danmark er nú vald at luttaka í enn einari vakurleikakapping.
- Vit eru sera fegin at kunngera, at undurfulla Monika Midjord Nolsøe úr Føroyum verður partur av okkara toymi í Danish Grand Slam Queens. Hon umboðar Danmark í Grand Slam Pageant - Miss Supranational 2019, sum verður hildið í Póllandi frá 18. november til 7. desember. Finalan verður 6. desember, skrivar Miss Danmark felagsskapurin.
Miss Danmark skrivar, at Miss Supranational hevur ment seg til eitt av størstu sjónvarpssendingunum við fleiri enn 600 milliónum hyggjarum kring allan heimin. Umframt stóra heiðurin vinnur Miss Supranational heilar 35.000 dollarar, góðar 230.000 danskar krónur.
20 ár gamla Monika Midjord Nolsøe endaði í summar á einum sætta plássið í World Beauty Queen í Korea.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald