Rescue Lív er á SwedeShip í Djupvik í Svøríki til høvuðsumvæling, og har hava tey nú tómt maskinrúmið og tikið fremra maskinrúmsskottið burtur.
Fyri at fáa pláss til nýggju motorarnar, má skottið flytast 50 cm. longur fram í bátin. Tað merkir so, at helvtin av vesinum verður tikin upp í maskinrúmið saman við parti av uppihaldsrúminum, skrivar Rescue Lív.
Rescue Lív (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)
Samlaði kostnaðurin av uppstiganini er mettur at vera áleið ellivu milliónir krónur.
Meðan Rescue Lív er í Svøríki, lænir Havnar Bjargingafelag bjargingarbátin "Argun", sum er gamlia "Ziska" frá Norðoya Bjargingarfelag.
Rescue Tanum kom til Føroya í 2019 og fekk seinni navnið Rescue Lív. Skipið er bygt í 1995.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald