Klokkan 20:44 í gjárkvøldið kom fráboðan um opnan eld í einum glastrevjabáti í bátahylinum á Argjum.
Sløkkiliðið varð sent á staðið, og tað passaði seg so væl, at árliga venjingin á Landssjúkrahúsinum júst var liðug, og á veg niðan aftur á brandstøðina, kom útkallið um eldin niðri á Støðni á Argjum.
Longu klokkan 20:52 var eldurin sløktur, so tað bleiv gjørt skjótt av.
Eingin mansskaði stóðst av eldinum, men báturin hevur fingið nakað av skaða. Júst hvussu stóran skaða, veit vaktleiðarin á løgregluni ikki at siga í morgun. Ein brandteknikari hevur verið umborð og kannað, hví eldurin kyknaði, men enn er orsøkin ikki greið.
Eigarin av bátinum hevði verið á floti hendan dagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald