Uttanlands

Heimshøvini vóru metheit í juli

Miðalhitin í vatnskorpuni millum 60 stig norður og 60 stig suður var 20,96 hitastig. Tað er meira enn metið frá juli 2023, sum var 20,89 hitastig

(Mynd: Patrick T. Fallon/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Patrick T. Fallon/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-10 19:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heimshøvini hava ongantíð fyrr verið so heit í juli mánaði, sum tey vóru í ár. Tað vísa nýggj tøl frá veðurlagstænastuni hjá ES, Copernicus.

Miðalhitin í vatnskorpuni millum 60 stig norður og 60 stig suður var 20,96 hitastig. Tað er meira enn metið frá juli 2023, sum var 20,89 hitastig.

Orsøkin til høga hitan er El Niño-fyribrigdið í tropiska Kyrrahavinum, sum er í gongd í løtuni, og sum, sambært Copernicus, fer at styrkjast hesar komandi mánaðirnar.

Eisini í høvunum kring Evropa hevur verið óvanliga heitt. Fram við atlantsstrondini og í vestara parti av Miðjarðarhavinum var eisini methøgur hiti máldur í juli, og fleiri staðni vóru økini eisini rakt av sjóhitabylgjum.

Ikki bara á høvunum var hitin høgur. Yvirhøvur var juli tann næstheitasti á jørðini, sum nakrantíð er máldur. Bert í juli 2023 var hitin hægri.

Í Vesturevropa varð eisini sett nýtt met fyri heitasta juni-juli tíðarskeið. Í ár var miðalhitin hesar mánaðirnar 2,79 hitastig oman fyri miðalhitan fyri 1991-2020, skrivar dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder