Innanlands

Jóhann eigur nú Norðlýsið einsamallur

Í 2017 keypti Jóhann Lützen saman við Palla og Jóannes Skorheim Norðlýsið frá Oliver Joensen. Nú er hann einsamallur eigari

Jóhann Lützen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóhann Lützen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-07 19:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jóhann Lützen eigur nú Norðlýsið einsamallur. Tað skrivar miðilin í tíðindaskrivi á sínari heimasíðu.

Tað var í 2017, at Jóhann Lützen saman við feðgunum Palla og Jóannes Skorheim keypti lokala blaðið í norðoyggjum frá Oliver Joensen.

Í dag hevur hann keypt hinar báðar partaeigararnar út, og fer at halda fram sum stjóri í Norðlýsinum.

Norðlýsið er ein mentanarberi her norðuri og eg fari at halda fram at tryggjað, at Norðlýsið framhaldandi verður ein savnandi snúðningsmiðil hjá fólki, virkjum, stovnum, politikarum, áhugafeløgum, frítíðarfelagsskapum og øðrum, sigur Jóhann Lützen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder