2022-11-25 08:47
Seinastu dagarnar hevur nógv virksemi verið í býnum. Umframt sølusmátturnar, sum standa jólaprýddar í Betri garðinum og á Vaglinum, so eru fleiri smáttur komnar á økið uttanfyri Ráðhúsið.
Vakri pallurin, sum stóð í Tinghúsgarðinum í fjør, prýðir hugnaliga Vaglið í ár. Stóra jólatræið hevur fingið nýggja staðseting í ár, og er sett upp uttanfyri Ráðhúsið, meðan arbeitt verður við Havnará.
Jólatræið á Vaglinum verður tendrað í morgin leygardagin kl. 15:30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald